Skúvoy: Bæði skipini hava maskinbrek

Tað ljóðaði hugaligt fyrrapartin, tá sagt varð at Súlan var ávegis til Skúvoyar á fyrsta, og helst einasta túrinum út í oynna í dag. Tað vísti seg kortini, at hesin túrurin varð avlýst vegna maskinbrek.

- Hetta er ikki fyrstu ferð at tað hendir. Men her verður ikki skrivað og rópt upp um hetta, tá ið slíkir trupulleikar eru á øðrum leiðum, sigur Harry Jensen, borgarstjóri í eini viðmerking.

Vit bóru fyrr í morgun tíðindi um, at tann fyrsti túrurin av Sandi til Skúvoyar var avlýstur vegna brim, men at Súlan skuldi fara fyrrapartin.

Sildberin, ið vanliga røkir hesa farleiðina liggur við maskinbreki á Sandi, og tí skuldi Súlan sigla henda túrin, sum var sigldur soleiðis at tað hóskaði til sjóvarfallið.

Men tá skúvoyingar gjørdu seg til reiðar at taka ímóti Súluni varð staðfest, at hon eisini hevði fingið maskinbrek, og mátti tí venda við aftur til Sands.

Soleiðis er einki ferðasamband til Skúvoyar restina av degnum.