Skútunes seldur

Línuskipið Skútunes av Eiði er selt til Fuglafjarðar og eitur nú Fuglfirðingur

Línuskipið Skútunes, sum var heimahoyrandi á Eiði, er selt til Fuglafjarðar, og eitur nú Fuglfirðingur.

Jón Nolsøe Olsen í Fuglafirði keypti skipið í februar.

Fuglfirðingur hevur verið í somu drift, sum hann var , meðan hann var á Eiði. Hann hevur fiskað háv og kalva.

Tá royndarfiskiskapurin eftir kalva er av í heyst, verður farið aftur at fiska háv.