Skótarnir hátíðarhalda byggingina á Grækarismessu

Í dag ? grækarismessudag, verður verkætlanin hjá KFUM-Skótunum við Løkin í Runavík avdúkað. Spakin verður settur í at byggja nýtt skótahús, sum verður 500 fermetrar til víddar. Øll verða biðin um at hava spaka við, so øll í felag kunnu seta spakan í, siga fyrireikararnir

Grundøkið liggur tætt við nýggja barnagarðin og Vistarheimið í Runavík, og sum er sera væl egnað til skótavirksemið.

Ætlanin verður avdúkað aftan á røðuna hjá Frits Johannesen í samband við grækarismessuhaldið í dag, 12. mars, tá spakin verður settur í, og verkætlanin verður almannakunnugt á einum stórum skelti. Aftan á haldið gongur skrúðgongan við skótum, foreldrum, politikarum og áhugaðum til økið, har ætlanin er at byggja nýtt skótahús.

Hølisumstøðurnar hava ikki verið tær bestu seinru árini, og tíðin krevur góðar umstøður, og arbeiðið er í støðugari menning. Talan er um einasta skótabólkar við Skálafjørðin, og ungfólk luttaka í arbeiðinum úr øllum bygdum við Skálafjørðin.

Fyri at markera álvaran aftan fyri ætlanina hava KFUM-skótarnir valt grækakarismessudag sum byrjanina upp á ætlanina, og heitir bólkurin á allar skótar, foreldur og politikarar um at hava spaka við, so at øll í felag kunnu seta spakan í sum symbolska virði í, at ætlanin at fremja byggingina í verki er byrjað.

Í samband við hátíðarhaldið hava skótarnir bjóðað landsstýrismanninum Jógvan á Lækjuni í mentamálum, Hans J. Lamhauge, borgarstjóra og býráðspolitikkarum við til at hátíðarhalda dagin saman við skótum, foreldrum og áhugaðum.

Aðrenn spaki verður settur í hevur skótaliðið longu fingið stórar peningagávur til endamálið, og hóast allur peningurin í samband við byggingina ikki er fingin til vega enn, so er kortini peningur tøkur at byrja arbeiðið. Um alt gongst eftir ætlan skulu húsini standa liðug og tikin í nýtslu um eitt ár.