Í vikuni fingu skótarnir handaðan ein lastbil frá Vága Bjargingarfelag, sum framyvir skal nýtast inni á skótadeplinum á Selatrað.
Bilurin er frá 1968 og er av slagnum Mercedes Benz 911. Vága Bjargingarfelag yvirtók lastbilin frá Civilforsvaret í 2001 fyri kr. 35.000 og letur nú skótunum bilin, tí ætlanin hjá felagnum er at fáa sær smidligari bil til bjargingararbeiðið. Tá bilurin kom til landið í 2001 komu samstundis eisini tveir aðrir bilar, ein til bjargingarfelagið í Kollafirði og ein til bjargingarfelagið á Tvøroyri. Tann á Tvøroyri brendi, tá hølini hjá felagnum brendi, og bilurin í Kollafirði koyrir ikki longur. Sostatt er hesin bilurin tann einasti av teimum trimum, sum koyrir enn.
Bilurin hevur stóra last, sum hevur ljós og úttak við 230V. Lastin kann sostatt nýtast til nógv ymisk endamál í sambandi við tiltøk á Selatrað. Eisini er møguleiki at nýta lastina til pall framførslur av ymiskum slag í sambandi við størri tiltøk.
Skótarnir ætla fyrst og fremst at nýta bilin til at flyta útgerð í sambandi við tiltøk aðrastaðni í Føroyum, soleiðis at útgerðin, sum í dag einans kann nýtast inni á Selatrað, eisini kann gerast tøk aðrastaðni í landinum.