Glyvrar: Sjálvt um regnið dýkir á uttanfyri, so hava heilt fitt av fólki leitað sær í Missiónshúsið á Glyvrum. Týskvøld er, men fyri skótarnar er hetta ikki eitt heilt vanligt týskvøld. Tí 10. juni vóru liðin 20 ár síðani KFUM-skótarnir á Glyvrum vóru settir á stovn.
20 ára haldið varð hátíðarhildið av úlvum, skótum, gomlum skótum, foreldrum, bólkaráðlimum, leiðarum og øðrum sum á ein ella annan hátt hava ella hava havt tilknýti til skótarnar á Glyvrum.
80 er miðaltalið
Til hátíðarhaldið týskvøldið helt Lasse Klein, fyrrverandi bólkaráðsleiðari, eina røðu um søguna hjá KFUM skótunum á Glyvrum.
? Tað var í 1983, at Flóvin Jacobsen, Jóhan Hans Hansen og Hilmar Jan Hansen bóðu meg koma at hjálpa teimum við skótaarbeiðinum á Glyvrum, og eg tók sjálvandi beinanvegin av, tí sjálvur havi eg verið limur í KFUM skótunum síðani 1956, greiddi Lasse Klein frá í røðuni.
KFUM-skótarnir á Glyvrum hava øll árini húsast í missiónshúsinum ? í kjallaranum har.
? Tá vit byrjaðu í 1983 høvdu vit 120 limir, og hetta talið hevur svingað upp og niður, men miðaltalið hevur ligið um einar 80 limir um árið. Hetta vil siga, at tilsamans hava 1600 børn og ung verið limir hjá KFUM-skótunum á Glyvrum.
Skótarnir á Glyvrum hava limir úr øllum bygdum á eystara armi á Skálafjørðinum, og metir Lasse Klein, at áhugin fyri skótalívinum hevur verið ovurhondsstórur.
? Skótaarbeiðið krevur nógv av teimum, sum dagliga fáast við tað, og skótarørslan hevur eisini merkt bæði upp- og niðurgangs tíðir. Men bólkaráð, sum eru foreldur, hevur havt stóran týdning, og ikki at gloyma teir ótroyttiligu leiðararnir, segði Lasse Klein.
Mennandi
Lasse Klein dylir ikki, at skótarørslan hevur stóran týdning.
? Endamálið hjá okkum er at fáa ung at møta gleðiboðskapinum. Uppala tey til góðar samfelagsborgarar og geva teimum eina felagsábyrgd og virðing fyri medmenniskjunum.
Hesi seinastu árini hava 30 ymisk fólk mannað bólkaráðið hjá KFUM-skótunum á Glyvrum, og 60 leiðarar hava tikið sær av úlvum og skótum seinastu árini.
? Skótalívið er eitt spennandi og mennandi frítíðarítriv . Ungdómurin umboðar ein týdningarmiklan part av okkara samfelag í dag. Tey eru tann mest kensluríki og livandi parturin. Og havi eg nakað ynski, so er tað, at vit eiga at standa saman sum ein felagsskapur, har vit fáa møguleika at knýta bond. Við stremban fáa vit eitt gott oglæruríkt samfelagslív, tjóð okkara at frama, segði Lassen Klein at enda.
Heilt fitt av fólki var komið saman til at hátíðarhalda dagin saman við skótum, úlvum og leiðarum, og stólarøðirnar í Missiónshúsinum vóru so at siga allar fullar.
Aftaná røðuna hjá Lassa Klein vórðu ljósmyndir frá eini skótalegu í Noregi vístar. Felagssangur var eisini á skránni, sum Eivind Simonsen, skipaði fyri.
Framsýningin sum varð sett upp á ovaru hæddini á Missiónshúsinum hevði myndir frá teimum mongu árunum skótarnir hava verið á Glyvrum og ymiskt annað frá fyrstu tíðini hjá skótaliðnum.
Aftaná var drekkamunnur til gestirnar í kjallaranum, og umframt kaffi og annað gott, so vóru tvær avbera vakrar køkur. Tær vóru skrýddar við litaðum marsipani, sum vísti merkið hjá KFUM-skótunum. Heilt avgjørt ein hugnalig løta fyri úlvar, skótar og øll hini.