Skótar úr øllum heiminum hittast í dag á skótafundi, sum verður hildin umvegis internetið og radio. Í Føroyum hittast skótar í hølunum hjá radioamatørunum yvir við Strond í Havn.
Í dag skipar Skótafylki Sigmunds Brestissonar Jotajoti sum stendur fyri Jamboree on the Air og Jamboree on the Internet.
Eins og hini árini verður JotaJoti í Føroyum hildið í hølinum hjá radioamatørunum yviri við strond.
Vit byrja Leygardagin klokkan níggju og halda á fram til naka út á kvøldið.
Á heimasíðuni hjá radioamatørunum www.fra.fo <http://www.fra.fo> er møguleiki at fylgja við á webcamera.
Jamboree on the Internet (JOTI) er altjóða skótafundur á Internetinum, sum verður hildið triðja vikuskiftið í oktober hvørt ár. JOTI byrjar í ár klokkan 00 kleygarnáttina lokala tíð og endar 48 tímar seinni klokkan 24. Hetta er eitt av almennu tiltøkunum hjá World Organization of the Scout Movements (WOSM).
Um vikuskiftið hittast fleiri túsund skótar úr øllum heiminum og tosa við hvønn anna yvir internetið við hjálp av ymsum tekniskum loysnum alt eftir, hvat tey hava til taks frá browsarum til mail, chat-forrit, mikrofonir, skannarar og digitalt myndatól. Nógvir skótar kombinera JOTI við Jamboree On The Air (JOTA), eitt líknandi tiltak bara at tosað verður saman yvir amatørradio við hjálp frá lokalum radioamatørurm.
Meginparturin av samskifti fer fram via teldupost og á chatnetverki kalla IRC, Internet Relay Chat. Undir einum JOTI kanst tú skapa nógv nýgg vinarløg við skótar úr øllum heiminum sambond, sum fremja vitan og forstáilsi og sum kunnu halda leingi, siga skótarnir.