Skótar hugsa um skótavinir

HUGSUNARDAGUR: Hjúnini, Baden Powell, høvud bæði havt føðingardag í dag, 22. februar. Skótar kring heiman halda hendan dagin sum hugsunardag

Hugsunardagurin er dagurin, tá ið skótar kring heimin allan savnast fyri at minnast hjúnini Baden Powell, ið bæði høvdu føðingardag 22. februar. Á enskum verður hesin dagurin nevndur »Thinking day«, ella »World friendship day«, tí á hesum degi hugsa skótar um skótavinir okkara kring heimin.
Í Føroyum gongur talvan í kirkjunum til frama fyri eitt vælgerandi endamál. Í ár gongur talvan fyri neyðrakt í Afganistan.
Í Havn verður farið í kirkju kl 19, har Bjarni Bæk, dómpróstur, heldur gudstænastuna.