Skótar á drúgvari gonguferð

Skótarnir í Vági skipa í dag fyri drúgvari gonguferð, har Suðuroyggin nærum verður gingin úr enda í annan. Skótar úr Fuglafirði verða við á ferðini

 


Tað er ikki smávegis, sum skótarnir í Vági hava set sær fyri, tá teir í morgun settu kós í hagan. Ætlanin er at ganga úr Sandvík til Vágs og at liggja nátt í tjaldi, um veðrið loyvir tí.

Í morgun tíðliga fóru skótarnir avstað úr Sandvík. Ætlanin er ikki at skunda sær. Patvís, tí ungfólk eru við og partvís fyri ikki at leggja ov nógv fyri, nú fólk ikki eru so von at ganga í haganum longur. Heldur verður dentur lagdur á at hava ein góðan og hugnaligan gongutúr.

Ætlanin er at sova í tjaldi á leiðini við Øravík, um veðrið loyvir tí. Hildið verður so fram leygarmorgunin, tá kósin verður sett móti Porkeri. Har verður viðføri heintað og so halda skótarnir leiðina til Vágs eftir koyrivegnum.

Við á ferðini eru eisini skótar úr Fuglafirði, ið hoyrdu um ætlaðu ferðina og hildu hugskotið vera áhugavert. Teir komu til Vágs í gjár og hava ligið nátt í skótahúsinum í Vági, áðrenn drúgva túrin, sum byrjaði í morgun, fríggjamorgun, árla. Umleið klokkan sjey varð farið úr Vági til Sandvíkar við bili, men síðani vóru bert beinini at líta á, á heimferðini til Vágs.