Um vikuskiftið hava skótarnir í Vági legu, og sunnudagin kl.15 skipa teir fyri grækarismessuhaldi, har Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, heldur røðu Á leguni er vanligt skótalív á skránni, eins og ætalnin er at fríðka kring skótahúsið í Vági. Tá vit komu framvið í dag, stríddust tey kring húsini við at laða garð og fríðka um.
Skótarnir eru á leguni frá fríggjadegi til sunnudag, meðan úlvarnir eru leygardag og sunnudag.
Í morgin, sunnudagin, skipa skótarnir í Royndini fyri grækarismessuhaldi í Vági, har Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, heldur røðu, og eisini luttekur Kirkjukórið Ljómur.
Vanliga er haldið við Minnisvarðan, men er veðrið ikki til vildar, verður tiltakið undir taki í Framtíðini.