Skótalív og køkutombola í SMS

Tíðindaskriv

Í hesum døgum hava gulu skótarnir í Havn eitt stórt tiltak í SMS fyri børn og vaksin. Endamálið er at sýna skótavirksemið fram og at fáa inn eitt sindur av peningi til virksemið.
Til undirhalds er leguøki, har skótar telgja og gera ymiskt annað, klatriveggur og rutsjibani er eisini, umframt mattombola við fjølbroyttum vinningum og vanligt tombola. Eins og undanfarnu árini skipa skótarnir eisini fyri eini framsýning við myndum frá skótaarbeiðinum upp gjøg-num tíðirnar. Her kunnu gamlir skótar kunnu minna seg aftur á skótalívið, sum tað var fyri 20-30 árum síðan og longur aftur. Til hesa framsýningina eru nógv nýtt myndatilfar fingið til vega frá gomlum skótum. Væl umtókta sjónvarpssendirøðin "Patruljan" verður eisini víst á stórskíggja.
Tiltakið hjá skótunum er opið hósdag, fríggja-dag og leygardag somu tíðir, sum handlarnir í SMS hava opið.
Ágóðin frá tiltakinum fer til arbeiðið hjá Skótaliði Sigmunds Brestissonar.