Seinastu vikuna hava skótar úr eystanbygdunum í Sandoynni gingið hús úr húsi, at bjóða fólki sína arbeiðsmegi. Gjøgnum skótahjálpina stuðla og hjálpa frísk og ferðug børn illa støddum børnum, úti í heimi og heima í Føroyum.
13 skótar hava tikið lut, og hava tey í alt fingið 6.800 krónur.
Í ár stuðlar skótahjálpin einum gentubarnaheimi í Tansania í vestur Afrika, og í Føroyum verður stuðul latin til børn hjá sálarliga sjúkum, sum hava tørv á tí. Ætlanin er at framleiða tilfar til bæði børnini og foreldrini umframt at seta á stovn samrøðubólkar til børn hjá sálarsjúkum.
KFUK-skótarnir, sum eru um 20 í tali, hittast í missiónshúsinum í Skálavík eina ferð um vikuna.