Skótahjálpin fer til Serbia og Føroyar

Avgjørt er nú, hvar pengarnir frá Skótahjálpini í ár fara. Eins og vanligt verður peningurin latin til tvey endamál - eitt í Føroyum og eitt uttanlands.

Føroyski parturin av pengunum fer til Petø-venjingar til børn og ung millum seks mánaðir og 18 ár. Petø-venjingar eru venjingar til teirra, ið hava cerebrala paresu - tað, sum vanliga verður kallað spastiskt lammilsi.

Venjingarnar eru kropsligar venjingar, sum verða framdar av fysioterapeutum. Venjingarnar eru á tí støði, har barnið er, soleiðis at man fær stimbrað barnið til at vera luttakandi í venjingunum. Eftir besta førimuni verður miðjað ímóti, at barnið ger venjingarnar sjálvstøðugt, og tey verða tí býtt upp í smærri bólkar eftir aldri og støði.
Stuðulin frá Skótahjálpini skal brúktur til útgerð, sum skal vera við til at gera venjingarnar aldurssvarandi og stuttligar, so børnini læra ígjøgnum spæl. Venjingarnar fara fram á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

 Útlendska verkætlanin, ið pengar verða lætnir til, er verkætlanin ROOF í Serbia.

Evropiska skótasambandið, FOSE, hevur fleiri skótaverkætlanir, sum eru menningarætlanir fyri skótar og umhvørvi teirra í økjum, har lítið er av peningi.

Føroyska Skótahjálpin hjálpir í ár verkæltanini ROOF, Real Opportunity for Our Future, í Bela Palanka í Serbia. Skótavirksemi hevur verið har í nógv ár, men útbúnaðurin er sera slitin og hevur tørv á størri ábøtum.
Skótarnir í økinum gera týðandi arbeiði fyri børn og ung við at geva teimum góðar náttúruupplivingar, og gjørnum skótarbeiðið skulu tey mennast til at gerast góðir borgarar. Innkomni peningurin fer til nýtt tak á skótahúsið.

Skótahjálpin í ár verður frá 20. til 27. september.

- Skótar hjálpa, eisini hvørjum øðrum, sigur leiðslan fyri Skótahjálpina.