Aftur í ár fara tær fýra skótasanskipanirnar í Føroyum at skipa fyri Skótahjálpini, sum verður í døgunum 19. -26. september. Í býum og bygdum, har skótar eru, fara teir hesar dagarnar at ganga hús úr húsi at hjálpa fólki við einumhvørjum, sum teir fáa pening fyri, sum verður latin Skótahjálpini.
Skótahjálpin stuðlar altíð tveimum verkætlanum –eina føroyskari og eina útlendskari.
Í ár stúlar skótahjálpin krabbameinsfelagið –tiltøk fyri børn og ung og barnaskúli í Kambodja.
Krabbameinsfelagið –tiltøk fyri børn og ung.
Krabbamein rakar altíð meint. Men óttin og ráðaloysi taka veruliga kvørkratak, tað foreldur fáa boðini, at barn teirra hevur krabbamein. Ella tá eitt barn fær at vita, at mamma ella babba hevur fingið krabba. Tá hjálpir tað at hitta onnur, sum eru í somu støðu, at kunna tosa saman og leita sær hjálp og ráðgeving.
Foreldrabólkurin er stuðulsbólkur fyri foreldur, hvørs barn hevur fingið staðfest krabbamein, og virkar fyri áhugamálunum hjá foreldrunum, eitt nú í mun til heilsuverk og myndugleikar. Foreldrabólkurin skipar fyri ymiskum tiltøkum, har børnini kunnu gleðast og hugna sær saman, og foreldrini hittast til samveru og samstarv. Skipað hevur verið fyri uttanlandsferðum, utferðum, konsert og øðrum tiltøkum til frama fyri børnini. Í ár verður skipað fyri ferð til Íslands.
Sorgar-/stuðulsbólkur fyri børn og ung er stovnaður fyri at geva børnum og ungum eitt frístað, har tey kunnu tosa opið um truplar kenslur og ótta.
Børn og ung, hvørs foreldur eru lívshóttandi sjúk, eru ofta ógvuliga einsamøll við sínum tonkum og kenslum. Gjarna verja tey síni sjúku foreldur, og fáa tí ikki heima sett orð á kenslur, eitt nú nívandi óttan fyri at missa og máttloysið barnið kennir, tá mamma ella pápi eru sjúk og gerandisdagurin broytist fullkomiliga. Í sorgar- og stuðulsbólkum hittast børn og ung í somu støðu, og her ber til at seta orð á torgreiddu kenslurnar saman við sálarfrøðingi, íð tekur hond um samskiftið.
Stuðulin frá Skótahjálpini er við til, at tað gerst møguligt at halda fram við hesum arbeiði hjá Krabbameinsfelagnum fyri børn og ung.
Barnaskúli í Kambodja.
Kambodja er eitt land sum liggur í Asia.Tað er 4 ferðir størri enn Danmark til støddar og hevur eina langa søgu aftanfyri seg. Angkor, sum í dag er eitt sera spennandi ferðafólkamál, var høvuðsstaðurin fyri Asia í 1200- talinum. Her finnur tú tey mongu buddhistisku templini, sum vitna um teirra statsreligión. Men tað eru serliga hendingarnar frá 1974 til 1979, sum standa í minninum hjá fólki í dag. Hetta var eitt sera myrkt tíðarskeið í søgu heimsins, tí umleið 3 milliónir fólk vórðu myrd og beind av vegnum í Kambodja hesi ár. Tað var Pol Pot, sum stjórnaði landinum saman við Khmer Rouge herinum. Pol Pot megnaði hesi ár at drepa øll tey, sum høvdu útbúgvingar og vóru væl fyri í samfelagnum. Eisini tey, íð vóru kristin, buddhistar ella dýrkaðu aðrar gudar, vórðu myrd. Pol Pot hevði sum mál at venda aftur til ár 0 og so byggja landið upp av nýggjum. Í dag 2009 kunnu vit vitja Killings Fields, har mannabein og klæðir enn liggja grivin í hópgrøvum og flóta upp í regntíðini, sum vitna um ræðuleikarnar, íð fóru fram undir Pol Pot og Khmer Rouge.
Men ein nýggj tíð er fyri framman í Kambodja. Nýggjar møguleikar eru fyri okkum at hjálpa til at byggja landið uppaftur og geva fólkinum nýggja vón. Fólkið í Kambodja er sera ungt og hevur serliga tørv á lærdómi, skúlum og líknandi. Tí hevur Kirkjuliga Heimamissiónin valt at satsa uppá Kambodja sum sítt høvuðsøki. Kirkjuliga Heimamissiónin er farin inn í Kampot-økið at byggja ein stóran skúla, sum skal rúma forskúla, barnaskúla og framhaldsdeild. Sjálvt byggjaríið fer væntandi ígongd í 2010. Kirkjuliga Heimamissiónin hevur latið USD 45 000,- til grundstykkið og er í løtuni í gongd við at byggja ein garð rundan um stykkið. Sjálv byggingin fer væntandi at kosta umleið USD 150 000,-. Tí er stórur tørvur at savna hesar pengar inn, fyri at tað kann eydnast at geva børnum í Kambodja eina framtíðar vón, at vinna sær førleikar til komandi avbjóingar í landinum.
Peningaligur stuðul til Skótahjálpina 2009 kann verða settur in á konto Eik 495.687.9 , Føroya Banki 465.521.6, Suðuroyar Sparikassi 405.019.4 og Norðoya Sparikassi 495.280.9.










