Peningurin sum kom inn fór til tvær verkætlanir. Til verkætlanina Gentubarnaheim í Tansania, sum Sólfríð og Hans Michael í Mittúni skipa fyri í samstarvi við danska felagsskapin Fremtid og Håb, og til føroysku verkætlanina “Smáir herðar- stór byrða” sum Sinnisbati skipar fyri.
Gávukekkarnir vórðu lætnir til Hans Michael og Sólfríð í Mittúni, frá felagsskapinum “Fremtid og Håb” og til Soffi Egholm frá Sinnisbata. Felagsskapirnir fingu 35.000 krónur í part.
Skótahjálpin takkar øllum sum hava stuðla.