Á hesi myndini, sum helst er tikin fyrst í 1930-unum av Vágsbotni og umhvørvinum har á leið, sæst fyrsta skótahúsið hjá Skótaliði Sigmunds Brestissonar (SSB). Talan er um lítla húsið framman fyri ”Elisabeths Minde”.
Fyrstu tíðina, eftir at SSB var stovnað í 1926, varð hildið til í Trappugøtu. Í 1929 keypti felagið so hesi húsini á Bakkahellu fyri 1.000 krónur. SSB, ella “gulu skótarnir” sum teir vanliga verða nevndir, hildu til í hesum húsunum til 1956, tá Skótahøllin niðan fyri Plantasjuna varð liðugt og gjørdist karmur um skótalívið hjá felagnum. Tað var í 1954, at SSB fekk grundøkið frá býráðnum til nýtt skótahús ókeypis.
Í Vágsbotni síggjast Carlsborg og gamla goymslan hjá Mejarínum, har sum mong minnast at Rubek Rubeksen arbeiddi (har sum Bátafelagið er í dag). Eisini eru tvey neyst, har annað varð tikið niður tá felagið UVAK bygdi bygningin, sum Trygd seinni keypti. Hitt neystið bygdi Petur C. Johannesen (Petur í Mattalág) í 1880.
Á Bryggjubakka síggjast húsini hjá Klett niðan við Bringsnagøtu, síðan koma skótahúsini. Sum sæst er eyðkenda ”Skrúkijarnið” ikki bygt.










