Beinanvegin boðini komu frá Skótahjálpini um at partur av innsavningini skuldi fara til eitt skótahús í Thaiba, var farið undir at kanna sær byggilendi. Kommunan vísti á eitt øki, sum skótarnir skuldu fáa ókeypis.
Men politiskur ruðuleiki í landinum førdi til, at kommunustýrini vóru avtikin og brádliga hevði eingin heimild at geva ognirnar hjá kommununum burtur. Um verkætlanin skuldi gerast veruleiki mátti eitt grundøki keypast. Hetta gjørdi at kostnaðurin fyri verkætlanina hækkaði úr 30.000 upp í góðar 45.000,- kr.
Hetta førdi eisini til at verkætlanin bleiv nakað seinkað; tí tá íð grundstykkið var funnið og keypt, kom regntíðin og tá er ikki so lætt at byggja. Nú er byggingin byrjað og verður væntandi liðug í næstum. Økið liggur væl fyri, beint upp at kommunalum fríøki, og gevur góðar møguleikar fyri uttandura ítriv.
Nepalskt byggisnið
Skótahúsið verður bygt eftir Nepalesiskum standardi. Gólvið verdur stampað mold og veggirnir verða av múrsteini. Húsini verða ikki bjálvað, og eingin hiti innlagdur. Veðurlagið er so mikið gott, at tað er ikki neyðugt! Í stovuhæddini verður ein lítil íbúð sum skal leigast út so skótarnir kunnu hava eina inntøku. Á fyrstu hædd verður fundarhøli, skrivstova, goymsla, tekøkur og wc. Tekjurnar eru slættar og verða nýttar til alskins ítriv. Alt frá at spæla, gera mat og til at vaska sær.
Vatn, kloakk og el er ætlað at fáa innlagt - tað er reint luksus. Vanliga bera tey vatnið til húsini. Wc er oftast ein skúrur úttanfyri við einum holi sum verður tyrvt so við og við.
Elektrisitet er altumráðandi, tí tað gevur teimun møguleika at hava fundir aftan á at tað dagliga arbeiðið er liðugt, og tað er vorið myrkt. Tað vil geva fleiri børnum høvi at sleppa uppí part, tí nógv hjálpa foreldrinum at arbeiða so leingi tað er ljóst. Har verður myrkt longu klokkan 7 á kvøldi.
Ein skótarørsla
Skótarørslan í Nepal byrjaði fyri 50 árum síðani og er støðugt vaksin, so í dag eru 15.000 gentur og dreingir skótar. Bert ein skótarørsla er, og hevur hon limir úr øllum trúarbólkum og kastum.
Nepal er eitt ógvuliga vakurt og fjølbroyt land, sum liggur millum Kina og India. Landið hevur bæði stórt láglendi, har rís og grønmeti verður dyrkað, og høg fjøll, har bert kavi er. Verðins hægsta fjall Mount Everest liggur í Nepal, og tað er umleið 10 ferðir hægri enn Slættaratindur. Landið er 3,5 ferðir størri enn Danmark, og har búgva 27 milliónir fólk. Tey tosa Nepali, men nógv skilja enskt.
Stórir møguleikar eru í landinum fyri alskyns ítrivum: fjallaklintring, haik í jungluni, river rafting, para shooting og nógv annað. Fátækradømi hevur tó gjørt, at skótarnir ikki hava megnað at skipa fyri altjóða legum; men teir hava stílað fyri fleiri stórum altjóða legum við upp til 1.000 luttakarum.
Skótahjálpin í Føroyum skal hervið nýta høvi til at takka øllum tykkum, sum á ymiskan hátt hava verið við til at stuðla skótahjálpini í 2003, og soleiðis gjørt tað møguligt at fara undir eitt nýtt skótahús í Thaiba í Nepal, sum liggur beint uttan fyri høvuðsstaðin Kathmandu.
Skótahjálpin gav 50.000 krónur til hesa verkætlan.
Meira fæst at vita um Nepal á www.cia.gov/cia/publications/factbook/geos/np.html










