Skótahúsini niðast í Viðalundini hava staðið eitt sindur við síðuna av sær sjálvum seinastu mánarnar. Ofta verður byrjað at gera kjallaran til eini hús, og síðan kemur miðhæddin, men so hevur ikki verið við skótahúsunum. Her byrjaðu teir í erva fyri nógvum árum síðani og undir var bara ein krúpikjallari. Nú eru húsin i víðkað og ein heil hædd er stoypt undir tey. Meðan hetta arbeiði er farin fram, eru húsini tikin av grundini og sett við síðuna av. Týsdagin vóru tey eftir skinnarum flutt oman á nýggju kjallarahæddina. Tey vóru dringin aftur á pláss við vanligum patenttaljum.
Nú hava skótarnir munandi betri umstøður at telgja, knýta knútar, leika og hugna sær og sjálvsagt eisini er betri pláss til ávarsmál.