Skótafylki Sigmunds Brestissonar:

SSB skótarnir opið hús hús

Nú verður byrja aftur!
Leygardagin 19 august frá kl. 14.00 til 16.00 bjóðar Skótafylki Sigmunds Brestissonar øllum áhugaðum, ið hava hug at gerast úlvaungar, úlvar ella skótar í SSB, niðan í skótahúsið við Havnará at melda seg til skótaárið 2006/2007.
- Høvið verður at hitta leiðarar og aðrar úlvar og skótar, og okkurt gott verður hjá børnunum at fáa, og kaffi og the til tey vaksnu, siga skótarnir í tíðindaskrivi.

Sum úlvungi, ulvur og skóti má eg duga mangt og hvat:
at stoppa hosur, at gera mat,...
at knýta knútar minst í hundratal...
alt djóralív skal eg kenna væl,...
til kappingar í haga farast skal,...
vit eiga flokkar í hópatal ...

- Hevur tú áhuga í at koma í ein av flokkunum:Tjaldur, Spógvan, Staran, Lóm, Ravn, Heyk, Vípuna, Teistan, Snípuna, Músabróður, Svanur, Svalur, Reyðhálsur, Kvørkkveggjan ..... so kom niðan í skótahúsið leygardagin 19. august 2006, siga SSB skótarnir, sum leggja afturat:
Minnist til at: GULIR ERU KULIR!