Skótaarbeiði í Sørvági endurstovnað

Nú er lív komið aftur í skótaarbeiðið í Sørvági.
Tað eru Thordis Lorentzen og Erik Hansen, sum eru eldsálirnar aftanfyri tiltakið.
Thordis hevur seinastu árini verið virkin skótaleiðari í Danmark.
Fyrsta dagin vóru eini 50 børn og ung samlað í Róðrarneystinum, so sigast má at áhugin er sera stórur.
Sørvágs kommuna hevur eisini sýnt hesum arbeiðinum áhuga, og hevur m.a. játtað pening til hetta endamálið.
Sb.