Leygardagin fekk løgreglan fráboðan um at skorið var í samfullar 27 grasballir á Sandi.
Eftir øllum at døma hevur eingin sæð tilburðin, og tí veit løgreglan heldur ikki, hvør hevur framt ótangagerðina.
Óhugsandi er ikki, at talan er um ungfólk sum hava verið uppá spæl. Og óhugsandi er heldur ikki, at talan helst kann vera um somu fólk, sum framdu herverk á ein bil.
Løgreglan útilokar ikki ein samanhang millum hesar báðar fráboðanirnar.
Í øllum førum er neyðugt hjá bóndanum at balla allar grasballurnar av nýggjum.
(Mynd: tilvildarlig)