Í kvøld fer svenska sjónvarpið SVT at senda eina sending, sum rør uppundir, at fleiri av teimum fremstu skíðrennarunum brúktu doping-evnið EPO í fyrru helvt av nítiárunum. Sendingin kemur millum annað til ta niðurstøðu, at summir íðkarar høvdu tikið EPO í kappingum, sum teir vunnu - eitt nú í heimsmeistarakanniongin í Kanada í 1995.
Millum teir best kendu skíðrennararnar, sum verða tiknir fram í sendingini sum EPO-brúkarar, er norska skíðstjørnan Bjørn Dæhlie (myndin). Tveir aðrir norskir skíðrannarar, Marit Alsgaard og Erling Jevne, verða eisini nevnd saman við sviunum Lars Håland og Antonina Ordina.
Formaðurin í norska skíðsambandinum, Erik Røste, sigur við norskar fjølmiðlar, at grundarlagið undir skuldsetingunum í svensku sendingini er veikt, og at tað fer at raka ósek ítróttarfólk.