Skår Senior fekk metprís fyri makrel

Teir høvdu 300 tons av makreli, sum teir fingu ein miðalprís fyri uppá 10,77 krónur fyri kilo

Fiskivinna

Miðskeiðis í hesi vikuni hevði norski báturin, Skår Senior, eina rættiliga góða makrelsølu í Noregi.
Teir høvdu 300 tons av makreli, sum teir fingu ársins besta prís fyri, nevniliga 10,77 norskar krónur!
Umborð á Skår Senior er eitt nú Høgni W. Høgnesen, sum býr á Toftum. Hann er maskinmeistari við skipinum.
Høgni er annars formaður í felagnum, Føroyskir Fiskimenn Uttanlands.
Hann hevur siglt í Noregi í fleiri ár.

Nýggjur bátur

Um Skår Senior er annars at siga, at skipið er 55,24 metrar langt og 11 metrar breitt.
Skipið er bygt hjá A/S Båtbygg í Noregi í 2003, og høvuðsmotorurin er 3.264 hk.