Skúmveitsla á Skálatrøð

Ólavsøkuaftan og ólavsøkudag kunnu ungfólk fara í skúmveitslu á Skálatrøð. Skúmveitslurnar eru kendar og tiltiknar í heitaru londum, tá ið ungfólk eru í summarferiu. Og nú ber eisini til at fara í uttandura skúmveitslu í Føroyum. Tað er Tórshavnar Ítróttarráð, sum skipar fyri tiltakinum, og umframt skúm ber eisini til at uppliva kendar plátuvendarar og ein danskan sangara á Skálatrøð bæði kvøldini.

 

Joey Moe, sum hevur havt onkur hitt í Danmark og eisini hevur verið nógv spældur í Føroyum, fer at framføra bæði 28. og 29. juli. Joey Moe er serliga kendur fyri sangin Flip It Like A DJ, men seinastu tíðina hevur sangurin Skakmat eisini verið nógv spældir á donskum útvarpsstøðum.

 

Ólavsøkuaftan fer DJ Pete Fox at undirhalda á Skálatrøð, og ólavsøkudag verður tað DJ Rex. Báðir eru kendir og dugnaligir plátuvendarar úr Danmark. Tiltøkin á Skálatrøð byrja á midnátt og halda fram til klokkan fýra um morgunin.

 

Forsøla av atgongumerkjum er hjá Vodafone í SMS.