Klokkan 15 í dag verður tiltak í Løkshøll í Runavík, har mentanarvikan Skýming 2012 verður sett.
Klokkan 16.30 verður skipað fyri einum heilsutiltaki, har gingið eisini verður eftir gøtuni runt Toftavatn.
Á heimasíðuni www.mentanarvikan.fo er neyvari kunning um heilsutiltakið, sum byrjar við Løkshøll.
Tað verður blaðstjórin á Kvinnu, Annleyg Lamhauge, sum setir mentanarvikuna, og Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, verður vertur.
Nes Sóknar Musikfelag fer at spæla, etniskur fimleikur verður framførdur, og eisini verður dansishow, tónleikur og sangur.