Skúm kemur frá algum

Umhvørvisstovan fær av og á fyr­i­spurningar um skúm í fjøruni
Fólk, ið ganga við strend­ur­nar um summarið, leggja ofta merkið til hvítt ella brún­ligt skúm á sjónum.

Um­hvørvis­stovan hevur spurt seg fyri og metingar siga at tal­an er um algur og sostatt ikki um dálking. Slím frá alg­um gerst til skúm tá tað brýt­ur eitt sindur.

Talan er sostatt um eitt nat­úr­ligt fyribrigdi, sum er heilt vandaleyst. Myndirnar eru tiknar á Hvítanesi.