Skúlin við mongu møguleikunum

Fríggjakvøldið var samkoma á Húsarhaldsskúla Føroya, har 21 ungar kvinnur fingu handað prógv. Umframt árliga húsahaldsskeiðið, bjóðar skúlin eisini ymisk áhugaverd viku- og vikuskiftisskeið


<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Nú árliga húsarhaldsskeiðið er av, lýsir Húsarhaldsskúlin við fjølbroyttum viku- og vikuskiftisskeiðum.
               Jenny Kastalag fer at hava vikusksiftisskeið í at seyma vest og buskur til føroyska búnan, og Jutta Hansen fer at hava skeið í at tekna mynstur og brodera til føroysku klæðini.
               Í nøkur ár hevur skúlin havt klænkiskeið, og í ár verður aftur møguleiki at læra um heilsugóðan kost.
               - Tað er umráðandi, at vit eru meira tilvitað um kostin og gera okkum greitt, at vit í stóran mun hava ábyrgd av egnari heilsu, sigur Jóhanna á Tjaldrafløtti, leiðari á Húsarhaldsskúlanum.
               Saman við Elisabeth Akursmørk leiðir Jóhanna skeiðini, ið snúgva seg um matvørureinføri og heilsugóðan mat.
               Jóhanna brennir fyri, at skúlin eisini skal verða brúktur til  heilsufremjandi undirvísing. Eitt nú nevnir hon, at skúlin kundi verið nýttur til diabetisskúla.
               Tað var ikki smávegis næmingarnir á Húsarhaldsskúlanum høvdu gjørt burturúr fráfaringarløtuni fríggjakvøldið.
Foreldur og familja vórðu boðin til kalt borð, og borðreitt var við alskyns rættum.
Røður vóru hildnar, og Morid Simonsen og Maria Hansdóttir Tausen úr Saltangará spældu floytu. Eisini var møguleiki at síggja handarbeiðið, sum genturnar høvdu gjørt á skeiðnum.