Andras L. Samuelsen vísir í oddagreinini í Skúlablaðnum eisini á, at leiðarin av eftirútbúgvingini av lærarum fór frá á heysti 1997. Føroya Lærarafelag hevur fleiri ferðir heitt á landsstýrismannin at seta annan leiðara, men hetta er enn ikki gjørt. Hetta hálvtíðarstarvið er í løtuni álagt øðrum, sum í síni setan hava annað arbeiði at røkja. Úrslitið er hareftir. Eftirútbúgvingarskeiðini eru ikki boðin út enn. Vanliga eigur hetta at gerast um ársskiftið, sigur Andras L. Samuelsen.
? Landsstýrismaðurin hevur gjørt bygnaðarbroytingar í fyrrverandi Skúlanum á Trøðni. Vanlig fólkaræðislig mannagongd er at taka starvsfólkið við upp á ráð, men tað er ikki gjørt á hesum arbeiðspðlássi.
? Allar avgerðir eru tiknar yvir høvdið á lærarum, sum starvast á hesum stovni. Hesar hava slíkar avleiðingar fyri limir Føroya Lærarafelags, at arbeiðsviðurskiftini eru ótolandi. Sagt verður, at sum útlitini eru nú, verða børn kanska send av landinum at fáa tað hjálp, teimum tørva. Tað verður dýrari í longdini, og virðismikil vitan og framhald í Føroyum verður burtur. Føroya Lærarafelag hevur fleiri ferðir heitt á núverandi og fyrrverandi landsstýrismann at fáa setanarviðurskiftini hjá lærarum á hesum skúla í rættlag. Hetta er enn ikki gjørt. Landsstýrismaðurin hirðir ikki so frægt sum at svara fyrispurningi frá Lærarafelagnum, sigur Andras L. Samuelsen.
? Eitt annað dømi er, tá landsstýrismaðurin lýsir størv leys, har sagt verður, at lønin everður sambært avtalu viðavvarðandi felag. Hesa ásetan hevur landsstýrismaðurin ikki hildið, hóast felagið fleiri ferðir hevur eftirlýst einari avtalu fyri ein av limum okkara, sigur Andras L. Samuelsen