Landsstýriskvinnan í Menta- og undirvísingarmálum, Kristina Háfoss, og landsstýrismaðurin í Almanna og heilsumálum, Hans Pauli Strøm, fingu í seinastu viku handað álit um virðiligar umstøður fyri børn við breki í Føroyum.
Niðurstøðan í álitinum er, at Sernámsdepilin og Stuðulsfólkaskipanin, sum húsast í Skúlanum á Trøðni, hava átroðkandi hølistrupulleikar. Um nøktandi heildartilboð skulu skipast til børn, ið eru fjølbrekaði og onnur børn við umfatandi brekum mugu hølisviðurskiftini betrast.
Avmarkað álit
Arbeiðsbólkurin við Barbaru á Tjaldrafløtti sum samskipara var settur longu í juni 2007, men stegður kom í, og ikki fyrr enn beint undan ársskiftinum fór bólkurin veruliga í gongd.
Upprunaliga var ætlanin, at bólkurin skuldi hyggja at, hvussu nøktandi stuðultilboð til børnini kann skipast á Sernámsdeplinum, um serbarnagarður skal vera partur av virkseminum hjá Skúlanum á Trøðni, um partar av virkseminum hjá Sernámsdeplinum skal flytast til heilsuverkið, hvussu hølisviðurskiftini gerast nøktandi á Skúlanum á Trøðni, og hvussu samstarv kann skipast millum Sernámsdepilin og Almannastovuna.
Men av tí at arbeiðstíðin, sum bólkurin fekk, gjørdist styttri enn ætlað, og av tí at eitt nýtt landsstýrið er skipað, har samgonguskjalið orðar politiskar ætlanir um dagstovnaøki og greiningarviðurskifti, mælir bólkurin til, at ein nýggjur bólkur verður settir at viðgera hesi øki.
Álitið avmarkar seg tí til at viðgera, hvuss hølisviðurskiftini kunnu gerast nøktandi á Skúlanum á Trøðni, soleiðis at nøktandi stuðulstilboð kunnu vera tøk fyri børn við breki í Føroyum.
Tvær byggiætlanir
Arbeiðsbólkurin hevur biðið Teknistovuna Magnus gjørt uppskot, hvussu útbyggingin kann gerast. Tvær byggiætlanir eru. Í fyrstu byggiætlan verður ein hædd bygd omaná ta einu lonina. Hetta loysir bert bráneyðuga tørvin, og tí er ætlanin at byggja eini hjáhús á økinum.
Arkitekturin metir leysliga, at byggikostnaðurin er 3 – 3,5 milliónir krónur. Harumframt kemur kostnaðurin av at keypa grannaognina, taka hana niður ella flyta hana og at gera parkeringsplássini. Arbeiðsbólkurin staðfestir eisini, at umfatandi umvælingar eru átrokandi í núverandi bygningum, har tað hevur likið í áravís.
Sosialurin hevur roynt at fingið orðið á Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, fyri at spyrja hana, um ætlanin er at seta hetta arbeiðið í gongd beinanvegin. Men tað eydnaðist ikki áðrenn blaðið skuldi til prentingar í dag.