Fólkaheilsuráðið útskrivaði herfyri eina kapping um ársins roykfría skúla.
Samanlagt 72 flokkar luttóku í kappingini.
Fyri at byrta uppundir ein áhuga fyri kappingini, var vinningurin ein konsert við háaktuella bólkinum Danny and the Veetos.
Vinnarin gjørdist 5a í skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvík. Tískil fáa tey eina konsert frá lokalu tónleikarunum úr Danny and the Veetos.