Tað eru helst tey flestu, sum ikki ivast í, at ein so lítil bygdarskúli, sum tann í Sandvík, verður niðurlagdur í næstu framtíð.
Spurningurin er so, hvat húsið skal brúkast til, tá ið skúlin er farin.
Á vitjan síni í skúlanum í Sandvík í morgun, fekk Helena Dam á Neystabø eitt ítøkiligt uppskot frá læraranum, Nitu Næs.
Og tað er at gera skúlan til eitt savn um gitna rithøvundan, Martin Joensen, sum var sandvíkingur.
Tað heldur Helena Dam á Neystabø er eitt frálíkt hugskot.
- Eg haldi at tað er neyðugt at finna onnur tiltøk í eini bygd, sum kunnu verða uppbyggjandi enn akkurát bara tað at hava ein fólkaskúla.
- Tað ræður um at finna tann felags samleika, sum ein bygd hevur og at byggja á tað, leggur hon afturat.
Hon sigur, at tað er onki at ivast í, at Martin Joensen er ein av okkara allarfremstu skaldum og at hann hevur uppiborið at verði heiðraður við einum savni.
Ikki minst kundi tað verið við til at latið eyguni upp á mongum fyri øllum tí, hann hevur skrivað, heldur Helena Dam á Neystabø.










