Skúlin reistur

Nýggi parturin av skúlanum í Kvívík varð reistur í fagrasta veðrið hósdagin

Kvívík: Hósdagin í farnu viku var stórt reisigildi í Kvívík. Tá var nýggi parturin av skúlanum í bygdini reistur.
Talan er um 100 fermetrar, sum skúlin fær afturat.
Heini Holm, borgarstjóri, sigur, at útbyggingin av skúlanum verður framd fyri at nøkta tey krøv, ið verða stillað til skúlar í dag. Harumframt eru hølisviðurskiftini hjá Kvívíkar skúla ikki serliga góð, sum er í dag.
Eftir ætlan skal skúlin standa klárur fyrsta august næsta ár.
Núverandi skúli verður eisini umbygdur.
Kostnaðurin fyri arbeiðið er millum 15 og 16 milliónir krónur.