Lamba
Síðan seinast í fimtiárunum hevur eingin skúlagongd verið í barnaskúlanum í Lamba. Skúlin hevur í staðin verið nýttur til onnur endamál, eitt nú sunnudagsskúla og onnur tiltøk, sum hava verið í bygdini. Einar fýra ferðir um árið plagar prestur eisini at hava gudstænastu í skúlanum.
Børn við autismu
Men hóast eingin skúlagongd hevur verið í Lamba í mong ár, hevur Runavíkar kommuna kortini valt ? ikki bara at seta verandi skúla í stand, men hevur bygt ein bygning aftrat, sum er umleið líka so stórur, sum gamli skúlin var. Hølini eru nú sum spildurnýggj við tveimum stórum salum, wc?um og køki.
Aftrat verandi aktivitetum í skúlanum, fer skúlin nú eisini at hýsa børnum við autismu. Hesi hava hildið til í kjallaranum í Elim í Søldarfirði. Í fyrsta lagi er talan um trý børn.
Ein góð miljón
Skúlin í Lamba er umvældur og útbygdur fyri eina góða miljón og hølini, sum eru fingið fyri henda pening, eru sera snotulig og kunnu nýtast til mong endamál.
Tey tiltøk, sum hava verið í gamla skúlanum, vera verandi, hóast hann nú eisini verður nýttur til børn við autismu.