Ósemjan ímillum dagrøktarmammurnar í Kollafirði og Kollafjarðar Kommunu er nú farin at merkjast av álvara.
Í miðdegi í gjár kendi skúlaleiðarin í Kollafirði seg nevniliga noyddan til at steingja skúlan og at senda børnini til hús. Sostatt er ongin undirvísing í skúlanum fyribils.
Somuleiðis er svimjihøllin stongd.
Orsøkin til, at skúlin nú er stongdur, er, at øll arbeiðsfólk hjá Kollafjarðar Kommunu, sum eru limir í Føroya Arbeiðarafelag, eru farin í samhugaverkfall við dagrøktarmammurnar.
Sostatt eru eisini vaskikonurnar í skúlanum og í svimjihøllini farnar í verkfall.
?Seinast, skúlin varð vaskaður, var seinasta hósdag. Sostatt er hann ikki vaskaður í eina viku, og nú er hann blivin so skitin, at tað er ikki forsvarligt at halda fram við skúlagongdini, sigur Karin Hammer, skúlaleiðari í Kollafirði við Internetsosialin.
Hon sigur, at Undirvísingar- og mentamálastýrið hevur gjørt eina reglugerð um, hvussu skúlar skulu vaskast.
? Eftir henni skulu wc, gólv, borð o.a. annað, vaskast hvønn dag. Men nú onki av hesum er vaskað í eina viku, og ongar ruskspannir eru tømdar, er tað ikki ráðiligt at halda fram við skúlagongdini longur, sigur skúlaleiðarin.
Í skúlanum í Kollafirði hava tey ikki døgverðatíma, men tey hava ístaðin eina skipan, har børnini fáa mjólk á miðdegi. Men heldur ikki í samband við hetta er vaskað og tikið upp í eina viku, so tað ber ikki til at halda fram.
Tí hevur skúlaleiðarin nú boðað Undirvísingar- og mentamálastýrinum frá, at tey noyðast at gevast við skúlagongdini, inntil viðurskiftini eru fingin í rættlag aftur.
Karin Heinesen, at sum støðan er í løtuni, ber heldur ikki til at biðja onkran annan átaka sær vaskingina, tí so eru tey verkfalsbrótarar. Tí verður heldur ongin skúlagongd aftur, fyrrenn verkfallið er av.
Í tí sambandinum kunnu vit skoyta uppí, at tað stendur í botni í trætuni ímillum dagrøktarmammurnar og Kollafjarðar Kommunu.
Ómetaliga keðiligt
Skúlaleiðarin í Kollafirði vil ikki á nakran hátt leggja seg út í verkfallið, tí tað hevur hon onki við at gera.
Men hon ásannar, at hetta er ein ómetaliga keðilig støða hjá næmingunum, tí tey missa so nógva undirvísing
-Skúlabørnini vóru ikki í skúla í fleiri vikur í vár, tá ið lærararnir vóru í verkfalli. Skúlagongdin varð so tikin uppaftur, men tað var bara í nakrar fáar vikur, so var summarferia. Og nú eru vit akkurát byrjað aftur, so verður skúlin aftur stongdur.
Tí vónar Karin Hammer, at viðurskiftini í Kollafirði fáast í rættlag aftur sum skjótast.