Eftir ætlan skuldi nýggi skúlin á Fløtum í Havn takast í nýtslu, nú skúlaárið byrjaði aftur. Men ymiskar seinkingar hava gjørt, at skúlin ikki er heilt klárur enn.
Teir okkurt um 750 næmingarnir og umleið 100 starvsfólkini noyðast tí at byrja nýggja skúlaárið í teimum eindunum, sum skúlin hevur húsast í seinnu árini.
Men leiðslan á skúlanum sigur seg vænta, at tað verður flutt inn í nýggja skúlan um mánaðarskiftið september/oktober, og at allir næmingarnir á skúlanum tá flyta inn á skúlan.