Møguleikarnir at fara undir undirvísing aftur á Skúlanum á Fløtum eru betri enn á øðrum skúlum, og tí kundi skúlin verðið latin upp aftur - ein deild í senn - skuldu boð komið um tað.
Tað sigur Regin Marnersson, skúlastjóri, við Skúlablaðið.
Skúlin á Fløtum húsast í fleiri bygningum, og tí eru møguleikarnir at fara undir vanliga undirvísing betri á skúlanum á Fløtum, enn teir eru í øðrum skúlum, har øll undirvísingin er undir somu lon.
Tað er framvegis ein avbjóðing, um kravið frá myndugleikunum um, at ikki fleiri enn 10 fólk kunnu savnast á sama stað, sigur Regin Marnersson, sum eisini ger greitt, at skúlar eru stórir smittuberar, og tí verður neyðugt at spritta í skúlanum allatíð.
Tað eru kortini skúla- og heilsumyndugleikarnir, sum gera av, nær og hvussu skúlarnir lata upp aftur, og skúlin á Fløtum fer, eins og aðrir skúlar, at fylgja boðunum frá myndugleikunum, sum eisini rætt er, sigur Regin Marnersson við Skúlablaðið.