Skúlin fatað landsroyndina

Á pappírinum hevur Landsroyndin gjørt stór framstig. Ein orsøk er, at skúlarnir nú betur skilja, hvør ætlanin er við royndini, staðfestir Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna

Gráturin var stórur í fjør. Næmingarnir dugdu illa at lesa, gjørdu ov lítla framgongd og serliga hjá sætta flokki var støðan í lærugreinunum, »støddfrøði« og »náttúru og tøkni«, syndarlig.

Men í ár er alt vent á høvdið. Í hvussu so er á pappírinum. Tí hóast úrslitini í støddfrøði og náttúru og tøkni ikki er so góð, sum mann hevði vilja, so er ein heilt stór framgongd gjørd í úrslitunum av hesi næstu landsroyndini.


Fleiri royndir

Landsstýriskvinnan greiðir frá, at ein av mununum millum árini bæði, er, at nú kenna skúlarnir skipanina, tí í fjør var nógvur kritikkur frá skúlunum av kunningini um landsroyndirnar.

- Skúlarnir kenna betri skipanina og ætlanina við Landsroyndunum, so øll vita, hvat uppgávurnar snúgva seg um, staðfestir hon.

Spurd um næmingarnir eru dugnaligari í ár enn í fjør, sigur landsstýriskvinnan, at tað er ilt at siga.

So um næmingarnir er dugnaligari, undirvísingin betri, royndirnar gjørdar betri, stýringin á skúlunum betri ella um onkur heilt onnur orsøk ger seg galdandi, er framvegis ilt at siga.


Gleðiboð

Tað er ein errin Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna við skúlamálum, sum greiðir frá úrslitunum.

- Vit síggja, at framgongd hevur verið í lesiførleikanum, hóast tíðin til royndina er stytt, greiðir hon millum annað frá.

Tað er bara í fyrisøgn hjá fjórða flokki, at tað á pappírinum er afturgongd, og hetta verður grundgivið við, at har vóru orðini truplari hesaferð.

Men aðrir munir eru eisini. Orðingarnar í sjálvum uppgávunum eru gjørdar øðrvísi og dupult so long tíð var givin til spurningarnar í mállæru.


Munur á fjórða og sætta

Hóast hesa stóru framgongd í heildini á kanningini, so kann ein niðurstøða gerast aftur í ár. Næmingarnir klára seg betri í fjórða flokki enn í sætta flokki í nærum um øllum royndunum.

- Tað er framvegis nakað, vit mugu arbeiða við, og tá samanhangandi námsætlanirnar verða klárar, ber betur til at samanbera. Og tá fleiri landsroyndir hava verið, so kunnu vit betri samanbera árini. Men vit mugu eisini hyggja eftir, um nakrar tillagingar skulu gerast, staðfestir Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna við mentamálum.


Loynilig úrslit

Sjálvi úrslitini fyri serstaka skúlan ella serstaka næmingin verða latin skúlunum, og verða ikki atkomulig hjá almenninginum, men skulu nýtast innanveggja til betring, bæði hjá lærarum og næmingum.