Í hesum døgum gerast næmingar kring landið lidnir við skúlagongd sína. Nøkur gerast liðug við fólkaskúlan, onnur við student, HF, handilsskúla ella okkurt heilt annað. Men felags fyri tey øll er, at tey eru fegin um, at strævna skúlagongdin loksins hevur fingið ein enda - í hvussu so er fyribils, og tískil er rómurin óførur.
Í Klaksvík bleiv í gjár gjørt nógv burturúr seinasta skúladegi hjá báðum fólkaskúlunum í býnum. Har tysjaðu einir 800 - 900 næmingar út úr skúlastovunum og út á gøtuna í morgun, skríddir í øllum litum. Tey sungu øll sangin »Skúlin er liðugur«, ið Klaksvíkingurin, Niclas Heri Jákupson, hevur gjørt bæði orð og lag til.
Fløga og sjónbandalag
Nógva hóvastákið burturúr seinasta skúladegi í Klaksvík hevði eina aðra orsøk enn bert, at skúlin var liðugur. Arbeitt verður neniliga við at geva eina veitslufløgu út til summarið. Hendan fløgan er ætla teimum, sum í ár gerast liðug við skúlarnar og eisini øðrum, ið ynskja at minnast afturá farnar summarstevnur og kanska eisini seinasta skúladag. Og í hesum sambandi verður eisini eitt sjónbandalag gjørt til eina endurútgávu av sanginum »Skúlin er liðugur«. Leikararnir til hetta sjónbandalag eru næmingarnir í báðum skúlunum í Klaksvík.
Summarfløgan er ein savnan av føroyskum landaplágum gjøgnum tíðina. Sjálvandi er »Skúlin er liðugur« eisini við, men í eitt sindur broyttum líki. Á nýggju er tað Arnfríð Lützen, ið syngur skúlasangin, og Ingi Isaksen hevur staðið fyri endurgerini av sanginum. Millum bólkarnar, ið verða við á nýggju fløguni, eru »Straight Ahead«, »Hjarnar«, »Blátt«, »Kári P.«, »Harkaliðið« og »Dagfinn & Impuls«. Vænatndi kemur fløgan út um einar fjúrtan dagar.