Skúlin á Argjahamri latin kommununi

Skúin á Argjahamri varð í morgun handaður Tórshavnar kommunu. Hetta er størsta einstaka byggiverk í kommunusøguni. Talan er um tvísporaðan skúla við 1. – 9. flokk og frítíðarskúla.

Bygginevndin vildi hava ein grønan skúla og nógv er gjørt fyri at lúka krøvini. Eitt nú fara vindeyguni og luftsskiftisskipanini væntandi at spara nógva orku. Luftin sum verður sogin úr skúlastovunum verður endurnýtt sum gólvhiti. Bygningurin er eisini sera væl bjálvaður, skipanir eru sum minka um streymnýtsluna, og tí verða rakstrarútreiðslurnar væntandi væl lægri enn í øðrum bygningum.

Ráðgevarara hava verið: MAP arkitektar, sum hava umsitið tekning, projekteringsleiðslu og brúkarasamskifti um innrætting v.m., LBF verkfrøðingar, berandi konstruktiónir og el, og PBConsult/Martin E. Leo, sum hava staðið fyri hita, vatn, saniteti, ventilatión og sprinkling.

Høvuðsarbeiðstakari var Articon, sum eisini hevur havt projekt- og byggileiðsluna. Byggiplássið hevur verið væl skipað, umstøðurnar hjá arbeiðsfólkinum hava verið góðar og arbeiðið væl lagt til rættis.

Undirarbeiðstakararnir hjá Articon hava verið:

Install – el arbeiði

Demich – vhs, ventilatión og sprinkling

Klima – stýringar av ljósi og ventilatión

Inntakt – veitan og uppleggjan av takelementum

Anskar Hansen – málarameistara

Gólvbúni - gólválegging

Umframt hesar veitarar hava aðrir plantað runnar, veitt og uppsett rekverk, innbúgv og tøkniliga útgerð og EM Asfalt hevur lagt asfalt á gongubreytir og vegir.

- Hendan verkætlanin er framd í partalagi, har samstarv ímillum allar partar er lyklaorðið. Hóast snávingarsteingar hava verið, eru teir ruddaðir av vegnum í góðum anda og samstarvið hevur verið framúr, varð sagt á hátíðarløtu í morgun.

- Uttan ein sera eldhugaðan byggiharra, dugnaligar ráðgevarar og ikki minst sera dugnaligar og eldhugaðar undirarbeiðstakarar, ber hesin samstarvshátturin ikki til, varð lagt afturat.

Hetta er ein verkætlan, sum hevur prógvað, at føroyska byggivinnan er før fyri at útinna stórar verkætlanir til fulnar innanfyri avtalaðar tíðar- og kostnaðarrammur, eisini í partalagi, varð niðurstøðan í morgun.