Sum tað framgongur aðra staðni í blaðnum, so Skála Kommuna keypt stálbjálkarnir, sum áður hava verið nýttir í høsnahúsinum í Rituvík.
Sum skilst, so er ætlanin, at hesir nú skulu verða partur av einum skýli, sum kommunan fer at gera fram við fótbóltsvøllin, har áskoðararnir annars ikki hava verið vardir móti veðrinum áður.
Vit royndu fyrrapartin mánadagin at fáa eina viðmerking frá bygdaráðsformanninum á Skála, men hetta eydnaðist okkum ikki, so enn ber ikki til at siga, nær fólk á Skála kunnu rokna við, at nýtt skýlið verður sett upp.