Skýlið í Klaksvík reist

Nú verður seinasti parturin av arbeiðnum upp á skýlið við fótbóltsvøllin í Klaksvík gjørt

Mánadagin var reisigildið fyri skýlinum við fótbóltsvøllin í Klaksvík.

Um vikuskiftið var skýlið reist, og nú verður seinastu parturin av arbeiðnum gjørdur. Farið er undir at gera almenn toilett í niðaru hæddini, og benkur skulu eisini setast upp.

Skýlið fer at standa klárt, tá fótbóltskappingini byrjar aftur í apríl mánaði, og tað verður fyri fyrstu ferð síðani í áttatiárunum, at klaksvíkingar kunnu sessast í einum skýli. Gamla skýlið fór í luftina í eini ódn seint í áttatiárunum.

Fitt av fólki var til hátíðarhaldið mánadagin. Bygginevndin, borgarstjórin, umboð fyri Klaksvíkar Ítróttarfelag, byggiharrin og onnur við tilknýti til skýlið.