Skúli á Kambsdali í 30 ár

Tað var eftir nýggjár í 1990, at Handilsskúlin flutti í nýggj høli á Kambsdali

Størsta arbeiðspláss í Eysturoy er Miðnámsskúlin á Kambsdali. Í morgin verður eftir jólafrítíðina farið undir aftur gerandisdagin. Tá savnast fleiri enn 500 næmingar og fleiri enn 80 starvsfólk.

Tað var eftir nýggjár í 1990, at tey fyrstu fóru í skúla á Kambsdali, og harvið eru tað nú 30 ár síðani, at fyrstu stigini vórðu tikin til skúladepilin á Kambsdali. Tá var bygningurin tikin í nýtslu, sum Føroya Handilsskúli hevði latið byggja. Skúlin á Kambsdali var deild av Føroya Handilsskúla.

Tey fyrstu fóru í dagskúla á handilsskúlanum í Eysturoy á sumri í 1989. Fyrstu mánaðirnar varð hildið til í veghæddini í bygninginum á Muntra í Fuglafirði.

Á sumri í 1993 flutti studentaskúlin úr hølunum við Gøtugjógv og í nýggjan bygning, sum var samanbygdur við handilsskúlan á Kambsdali. Á sumri í 2017 vórðu hesir báðir skúlarnir skipaðir í ein stovn – Miðnám á Kambsdali, sum nú hevur sjey breytir. Rektari í Miðnámi á Kambsdali er Páll Isholm.