Skýlið í Gundadali nýtt navn

Tryggingarskýlið. Soleiðis fer stóra skýlið í Gundadali framyvir at eita. TF hevur gjørt eina trý ára avtalu við Tórshavnar kommunu um navnið á skýlinum og lýsingarpláss. Tað verða tó B36 og HB, ið dagliga leika á ovaravølli í Gundadali, sum fáa fíggjarliga ágóðan av avtaluni.

Skýlið í Gundadali hevur havt nógv ymisk óalmenn heiti, t.d. Bygdaskýlið, Stóra skýli, Gamla skýli og Skýlið á Ovaravølli. Men hetta verður nú alt søga, tí skýlið hevur endiliga fingið eitt alment heiti, soleiðis at eingin ivi verður í, hvar ein situr næstu ferð, dystur er í Gundadali.

Regin Hammer, forstjóri í Tryggingarfelagnum Føroyum, sigur soleiðis um avtaluna: ?Vit fegnast um avtaluna, sum passar stak væl til okkara felag. Vit umboða allar føroyingar, og tí sømir tað seg væl at kunna bjóða øllum fótbóltsáhugaðum, ið koma til Havnar at hyggja at dysti, at gera hetta í Tryggingarskýlinum. Samstundis veita vit eina tiltrongda fíggjarliga hond til tvey tey størstu fótbóltsfeløgini í høvuðsstaðnum.?

Somuleiðis er borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, fegin um nýggja navnið og avtaluna um skýlið: ?Hon kemur teimum báðum stóru havnarfeløgunum til góðar. Eisini eru vit fegin um, at eitt virkið vinnulív vil rætta ítróttinum eina hjálpandi hond, og er Tryggingarfelagið Føroyar óført at stuðla ítróttinum. Henda avtalan fer eisini at hava við sær ábøtur á skýlið, so vit skjótt hava dagførdar umstøður har.?

Tryggingarfelagið Føroyar er harafturat sera sjónligt á flestu fótbóltsvøllum, í ítróttahallum og til ymisk ítróttatiltøk. Felagið er fyri allar føroyingar, og tí leggur felagið seg eftir at stuðla so nógvum føroyskum ítrótti sum gjørligt, sigur felagið í tíðindaskrivi.