Skúli fyri tíggjutals milliónir

Felagsskúlin á Oyrarbakka verður útbygdur og umvældur fyri 30 milliónir. Arbeiðið skal vera liðugt um eini tvey ár

Oyrarbakka:Felagsskúlin á Oyrarbakka skal umvælast og byggjast út fyri einar 30 milliónir krónur næstu tvey árini.
Felagsskúlin á Oyrarbakka gongur á 30. ári, og tí er eyðsæð, at umvælingar skulu gerast. Eisini ger nýggja skúlalógin tað neyðugt at gera útbyggingar fyri at nøkta tey krøv, sum í dag verða sett til skúlan, sigur formaðurin í stýrinum fyri Felagsskúlan á Oyrarbakka, Sofus Debes Johannesen, borgarstjóri í Gjáar Kommunu.
Skúlin skal umvælast fyri helvtina av teirri upphædd, sum ætlandi skal brúkast, sigur Sofus Debes Johannesen. Fimleikarhøllin og skiftirúmini skulu umvælast. Tær vanligu skúlastovurnar skulu víðkast frá teimum verandi umleið 50 fermetrunum til at gerast út móti 70 fermetrum hvør. Og skúlin skal í aðrar mátar tillagast skúlalógini, sigur stýrisformaðurin.
?Í grundini skal skúlin broytast, allur sum hann er, sigur Sofus Debes Johannesen.
Økið norðan fyri verandi høvuðsinngongd skal innilokast allan vegin norður til útbygningin, sum bygdur varð aftur at gamla skúlanum í 1980. Í somu linju, sum tann bygningurin.
Serhøli skulu byggjast, greiðir Sofus Debes Johannesen frá. Stovur til tónleik og media skulu gerast. Bókasavn og edv rúm skulu vera í einum. Nýggj matstova skal gerast, og umsitingin skal eisini flytast oman í nýggja tilbygningin.
Eisini skal gerast eitt felagshøli, sum ætlanin er skal líkjast nakað Klingruni í Norðurlandahúsinum ella soleiðis á leið, sigur stýrisformaðurin fyri Felagsskúlan á Oyrarbakka.
Sofus Debes Johannesen ásannar, at talan er um nógvar pengar. Og teir skulu so koma frá kommununum, sum eiga Felagsskúlan á Oyrarbakka. Tær eru tær kommunurnar, sum um hálvtannað ár í felag fara at eita Sunda Kommuna, saman við Eiðis Kommunu og Hósvíkar Kommunu.
Ein byginevnd er sett at hava eftirlit við byggingini. Í henni eru umboð fyri kommunurnar og lærararnar við Felagsskúlan.
Ætlandi skal farast undir forprojektering nú beinanveg, sigur Sofus Johannesen. Sjálv projekteringin og helst útbjóðing eisini verður so væntandi einaferð í heyst, og so skal sjálvt arbeiðið eftir ætlan byrja komandi vár. Arbeiði skal væntandi vera liðugt í 2005, sigur Sofus Debes Johannesen, formaður í stýrinum fyri Felagsskúlan á Oyrarbakka.

Mynd - Felafsskúlin á Oyrarbakka
Myndatekstur:
Felagsskúlin á Oyrarbakka, sum er frá 1974, skal umvælast og byggjast út fyri 30 milliónir krónur