A. Guttormur Djurhuus
Fyrst fingu vit PISA-kanningina sum vísti, at vitanarstøðið í okkara skúlum er sera lágt. Men tað var tíbetur bert ein virðisleys undankanning, sum næmingarnir ikki tóku í álvara. Sum rektarin á okkara læraraskúla so rætt tók til: »PISA-kanningin hevur prógvað, at hon einki nyttar til. Hon er dumpað!«
Til alla lukku kom Hagstovan við eini kanning sum vísti, at her stóð væl til. Vit eru millum fremstu samfeløg, tá tað kemur til hægri útbúgvingar. Her skal eingin koma og siga, at vitanarstøðið er lágt hjá okkum, dundraði stjórin á stovninum.
So kom upptøkuroyndin til Danmarks Journalisthøjskole, har 10 unglingar við góðari útbúgving og vælmotiverðir søktu um upptøku. Teir dumpaðu allir sum ein. Helst var tað tí, at royndin var lagað til donsk viðurskifti. Og fyri alt tað, hava vit ikki sjálvsagdan rætt til, uttan upptøkuroynd, ávíst tal av læruplássum á Danmarks Journalisthøjskole?
Ein skúli, har (næstan) eingin dumpar, verður sjálvandi ikki ein skúli fyri øll. Tað verður ein skúli fyri sibbar ein sibbaskúli har tú kann fáa prógv um hægri útbúgving uttan stórvegis strev. Tað var tað, sum kanningin hjá Hagstovuni vísti.