Skúli, dagrøkt og eldrarøkt


Kommunumál

Fyri góðum 10 árum síðan hevði Nes kommuna ítøkiligar ætlanir um, hvussu skúlin skuldi útbyggjast. Tá førdi samfelagskreppan, sum legði at kalla alt samfelagið lamið, til, at útbyggingarætlaninar fyribils vórðu lagdar á hillina.
  Bygdaráðið arbeiðir nú aftur við at fyrireika skúlaútbygging, sum mett verður at verða alneyðug.
  Síðan 1999 hevur kommunan sett pening av á fíggjarætlanini til hesa útbygging, og í dag standa slakar 12 milj. krónur á bók, sum skulu nýtast til hetta endamál.
  Tofta skúli hevur næmingar úr 1. flokki upp í 10. flokk, og samlaða næmingatalið liggur um stívliga 200.

Dagrøkt

Eftirspurningurin eftir plássum í dagrøktini í Nes kommunu øktist í 2002.
  Dagstovnurin á Svangaskarði rúmar nú spælistovu hjá dagrøktini, frítíðarskúla til 25 børn og útibarnagarði til 25 børn.
  Talið av børnum, sum verða ansað, er stívliga 100, men nú tørvurin framvegis økist, er væntandi, at ansingin verður uppnormerað.

Eldrarøkt

Eins og í øðrum kommunum, økist tørvurin á røktarplássum til tey gomlu og veiku nógv.
  Saman við øðrum kommunum í oynni, eigur Nes kommuna Eysturoyar Røktar-og Ellisheim í Runavík og Umlættingarheimið í Gøtu.
  Í løtuni er Nes kommuna í holt við at byggja eitt eldrasambýli til 16 búfólk, sum væntandi stendur liðugt fyrsta ársfjórðing komandi ár.