Fótbóltur
Byrjanin kundi valla verið verri hjá HB, sum enn eina ferð skuldi reisa seg eftir eitt tap, sum als ikki var partur av lærubókini.
Knappir átta minuttir vóru farnir, tá Levi Hanssen og Alexandur Johansen hegnsliga spældu HB-miðvøllin tunnan. Tá Slavisa Kaplanovic síðani sendi innlegg móti HB-málinum, misskiltu Rasmus Nolsøe og Maryn Dawid hvønnannan, og so hevði Obi púrsta tóm mál at rulla bóltin í.
Eitt var, at HB við hesum gjørdi útgangsstøðið undan dystinum verri. Annað var, at teir nærum løgdu upp til Skála at spæla júst spælið, sum teir orangjulittu hava verið so dugnaligir til seinastu umførini. Nevnliga at halda mótstøðuni frá møguleikum, fyri síðani at kontra við fullari ferð.
Á ein hátt eydnaðist hetta eisini hjá Skála. Tí restina av fyrra hálvleiki hevði HB sum so ikki teir stóru møguleikarnar. Men hóast skurðurin soleiðis eydnaðist, so doyði sjúklingurin, tí burtur úr ongum fingu vertirnir kortini tvey mál.
Tað fyrsta var av teimum heilt óneyðugu, tá Milic Curcic framdi eina deyðssynd við at dribla í verjustøðu. Royndin miseydnaðist, og so setti Tór-Ingar fulla ferð á, áðrenn hann fann ein blankan Rógva Jacobsen. Seinnu ferðina var talan um fríspark, sum serfrøðingurin á økinum – Rasmus Nolsøe – tók sær av. Hann hevði havt eina roynd í múrin undan hesum, men hesa ferð smoygdi bólturin sær onkursvegna útum múrin, áðrenn flata skotið fann meskarnar við nærmara stólpan.
Merkt av villum
Eingin ivi er um, at frísparksmálið beint undan steðginum gav HB betri frið at spæla. Hóast tað tók sína tíð, áðrenn teir avgjørdu tingini eftir steðgin, so høvdu meistararnir fyri tað nógva fult tamarhald á støðuni.
Skála royndi í einstøkum førum at liggja framvið, men tað tóktist, sum var seinasti neyvleikin ikki til staðar. HB hótti hinvegin nakrar ferðir, og millum annað prógvaði Christian Høgni Jacobsen, at hann ikki hevur fingið marginalarnar við sær til høvuðsstaðin. Hesa ferð tá hann frekt royndi seg úr spískum, men bólturin tók undirsíðun av tvørtrænum.
Men við einum dundurskoti frá Jákupi á Borg tóktist HB fáa málið, sum avgjørdi dystin. Obi svaraði tó aftur fyri Skála, men spenningurin helt sær tó ikki serliga leingi. Aftur fekk Rasmus Nolsøe mál við frísparki, og hesa ferð var eingin ivi um, at Hans Jørgensen átti at hildið bóltinum. Og tá Skála verjan bara minuttin eftir heilkiksaði rangstøðufelluna, kundi Jákup á Borg seta punktum fyri málskjótingini. Ein málskjóting, sum gaman í kastaði sjey mál av sær, men har í øllum førum fýra – og kanska fimm – mugu roknast sum stórar verju- og málverjavillur.
Sveiggini kosta
Fyri Skála merkti tapið, sum var teirra næsta á rað, at teir mest sum hava forspilt sær møguleikan at vinna upp móti heiðursmerkjastríðnum. Niðurflytingarvandin varð fingin nakað burtur við mongu stigunum, sum teir savnaðu frá fimta til níggjunda umfar, men meira enn eitt pláss miðskeiðis á stigatalvuni tykist talan nú ikki gerast um.
Og undir øllum umførum man tað geva nakað at hugsa um, at teir hesa ferð lótu fimm mál fara ígjøgnum. Seinastu seks umførini eru annars bert tvey av slagnum farin inn.
Hjá HB var talan »enn einaferð« um uppreisn. So er spurningurin, hvørt teir hesa ferð megna at halda støðinum. Gera teir tað, so eru tey fimm stigini upp til oddin ikki meira, enn gott er. Men skulu meistararnir vinna seg upp, skulu avrikini altso vera nógv meira støðug.