Íbindingin á Skálavegnum verður gjørd í ár.
Tað staðfestir Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, nú Helgi Abrahamsen, tingmaður, hevur spurt hann eftir vegnum.
Hann sigur, at avtala er gjørd við arbeiðstakara og avtalan er, at arbeiðið skal gerast í ár.
Men fleiri tinglimir fýltist á, hví hetta ikki langt síðani er gjørt, tí hetta hevur ligið klárt síðani í januar mánað ár, tá ið tað eisini varð boðað frá, at tað var klárt at fara undir arbeiðið. Tí undrast tey á, at tað hevur drigið so leingi út, hóast talan er um eitt lítið arbeiði.
Landsstýrismaðurin dugir ikki at siga, hví arbeiðið ikki er gjørt enn, men tað verður so gjørt í ár.