Kommunustýrið á Sandi vil leggja saman við hinar kommunurnar í oynni, men Skálavík vil ikki vera við Linjohn Chriistiansen, borgarstjóri í Skálavík saknar grundgevingar fyri at leggja kommunurnar í oynni saman.
Tað hevur einki endamál at leggja saman bara fyri at leggja saman. Nógv týdningarmiklari er at gera eina bíliga og góða framtíðarloysn fyri alt landið, heldur Linjohn Christiansen.
Hann fær undirtøku frá kommunustýrinum, sum viðgjørdi spurningin um samanlegging á fundi gjárkvøldið.