Eiler Jacobsen, reiðari, hevur sett eina stóra verkætlan í verk. Ein frítíðar- og mentanardepil skal byggjast í Skálavíkini, ið fyrst og fremst skal vera karmur fyri kristiligum møtum og legum. Ætlanin er síðan gera depilin til ein part av føroysku ferðavinnuni
25 til 35 milliónir verða nú settar í ein frítíðar- og mentanardepil í Skálavík, og fyrsti spakin fer í hósdagin. Eiler Jacobsen, reiðari, við familju stendur fyri verkætlanini, Selmar Nielsen, arkitektur, hevur teknað til. Verkætlanin fevnir um eitt nú svimjihyl, tónleika- og møtisal, fimleikarhøll og matstovu, umframt gistingarmøguleikar. Ætlanin er at hava einar 72 sengur á staðnum.
Eiler Jacobsen hevur sjálvur røtur úr Skálavík, av tí at mamma hansara gifti seg upp aftur í bygdini. Viðgongdi reiðarin greiðir frá, at bygdin tók væl í móti teimum, tá tey komu til bygdina, og hann hevur fingið tætt samband við bygdarfólkið. Linjohn Christiansen, borgarstjóri í Skálarvík, var við á einum av fyrsti skipunum hjá reiðaranum, Sólborg, og nú samstarva teir aftur saman