SKÚLI
Á skránni verða kórsangur og røður og næmingar úr skúlanum fara at framføra tónleik, fólkadans, føroyskan dans og sýna fram næmingaarbeiði.
Tað er byggifyritøkan Articon sum hevur staðið fyri arbeiðinum at byggja skúlan, sum byrjaði í oktober 2006. Sáttmálin millum Runavíkar kommunu og Articon er ein “partalagsavtala” og hevur arbeiðið verið skipað sum heildararbeiðstøka.
Skúlin í Runavík hýsir næmingum úr 4. –10. flokk, sum allir eru tvísporaðir. 1.–3. flokkarnir eru í skúlanum á Glyvrum.
Sum ein partur av skúlanum er bygdur ein mentanardepil, sum kann hýsa mentanarligum tiltøkum í kommununi, umframt at skúlin eisini fer at brúka hendan partin av bygninginum til tiltøk hjá skúlanum.
Umframt skúlastovur og bólkarúm hevur skúlin millum annað námsfrøðiligan tænastudepil, bókasavn, samkomuhøli, matarstovu, tónleikahøli, høli til skúlasjúkrasystir og NSR-ráðgeva.
Skúlin og mentanardepilin eru einar 5.000 fermetrar til víddar og lendið, ið útlagt er til skúlaøkið, er á leið 16.000 fermetrar, har av 5.000 fermetrar eru gjørdir til spælipláss, grasfløtur og ferðsluøki.
Nú skúlin í Runavík er tikin í nýtslu, eru skúlarnir í Rituvík og Søldarfirði niðurlagdir og verða brúktir til ávikavist barnaansing og handilsskúla.










